Tað ber framvegis til hjá sílafiskarum at senda inn brævbjálvar við roðsluprøvum og upplýsingum um sjósíl til Fiskaaling, sum vegna Havbúnaðarfelagið stendur fyri verkætlanini at kanna støðuna hjá sjósílastovninum.
Verkætlanin at kanna støðuna hjá føroyska sjósílastovninum er framvegis í gongd, nú á triðja ári. Áðrenn kanningarnar byrjaðu, var vitanin um føroyska sjósílastovnin ógvuliga avmarkað, men nú legst afturat við vitan á hvørjum ári.
Verkætlanin er í tveimum: Ein partur snýr seg um at kanna nær, og undir hvørjum umstøðum, sjósílayngul fer á sjógv, og ein partur snýr seg um at kanna støðuna hjá sjósílum á sjónum.
Støðan hjá vaksnum sjósílum á sjónum verður partvíst kannað við, at Fiskaaling fangar eitt avmarkað tal av sjósílum við gørnum, og partvíst við at sílafiskarar kunnu senda inn upplýsingar um sjósíl, sum teir hava fiskað. Til hetta hevur Fiskaaling framleitt serligar brævbjálvar, sum kunnu nýtast til at senda inn roðsluprøvar. Tað ber framvegis til at senda inn brævbjálvur fyri í ár, og seinni í heyst verður so trekt lut um ein vinning á 10.000 kr. millum allar innkomnu brævbjálvarnar.
Til at kanna, nær sjósílayngul fer á sjógv, verður ein fella sett upp í Sandá í apríl, og tikin niður aftur í juli. Meðan fellan er virkin, verður hon vitjað dagliga, fyri at vita hvussu nógv sjósilayngul eru komin í felluna, og hvussu støðan er hjá teimum. Tá hetta er gjørt, verður sjósílaynglið slept aftur.
Havbúnaðarfelagið gjørdi í 2018 avtalu við P/F Fiskaaling um at standa fyri kanningunum av støðuni hjá føroyska sjósílastovninum, og síðani hava kanningar verið gjørdar á hvørjum ári. Havbúnaðarfelagið fíggjar alla verkætlanina.
Havbúnaðarfelagið var fyrst í juli og vitjaði felluna í Sandá, meðan P/F Fiskaaling gjørdi sínar kanningar. Fellan er nú tikin niður aftur fyri í ár. Kanningarnar á sjónum halda tó fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald