Ítróttur

Legenda gestur í FSF Varpinum

...

2014-05-08 20:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
FSF: Hesaferð er FSF Varpið á vitjan á fiskavirkinum á Toftum, har Jens Martin Knudsen er virkisleiðari.

Sjónvarpsstovan í FSF-húsinum er skift út við skrivstovuna í fiskavirkinum á Toftum, og gesturin hesaferð er fyrrverandi landsliðsmálverjin á føroyska A-landsliðnum, Jens Martin Knudsen.

Prátað verður um eitt sindur um tíðina sum fótbóltsleikari, og um gongdina í NSÍ, har Jens Martin er ungdómsvenjari og málmansvenjari hjá EFFO-liðnum. Har afturat verður mett um 8. umfar í EFFO-deildini, ið verður komandi vikuskifti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder