JN

Lega á hvør síni planet

....

2013-11-01 20:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Leguhúsið í Nesvík er í døgunum 15.-16. november karmur um eina familjulegu fyri foreldur og tannáringar, sum Eindin skipar fyri. Hetta er einasta lega av sínum slag, har foreldur og tannáringar taka eitt samdøgur burturúr kalendaranum, har tey eru saman, og har dentur verður lagdur á samskiftið millum tannáringar og foreldur.

Á leguni verða spennandi og áhugaverdir fyrilestrar. Fyri foreldrunum kemur Gitte Klein at hava ein fyrilestur um ???ung og media???, og Mariann D. Poulsen hevur fyrilestur um evnið ???frá uppalara til vegleiðara???. Samstundis verða áhugatímar fyri tannáringarnar. Rógvi Dam, sum er nógv millum ung fólk, fer at hava um tað at vera tannáringur í dag.

Eisini er ymiskt annað bæði til gamans og álvara á skránni.

Tekning til leguna fer fram við at senda ein teldupost til [email protected] ella við at ringja á telefon 470000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder