Mentan

???ZACHARIAS??? til Klaksvíkar

...

2018-05-03 12:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Filmurin ???ZACHARIAS???, sum Teitur Árnason hevur gjørt, varð frumsýndur í fullsettari høll í Filmsfelagnum í Havnar bio 11. apríl. Tilsamans varð hann sýndur seytjan ferðir.

Nú verður hann settur á skrá í Klaksvík, har ið høvuðspersónurin, Zacharias, bóndi í Uttarstovu í Hattarvík, búði í 20 ár. Sýningarnar eru í ATLANTIS bio.

Á ungum árum sigldi hann við klaksvíksskipum: ???Fugloynni???, ???Polarstjørnuni???, ???Esther???, ???Eystnesi???, ???Klakki??? og ???Jákupi B???. Hann driftaði eisini útróðrarbátin ???Hvíthamar???.

Filmurin verður sýndur:

Leygarkvøldið 5. mai kl. 19.

Sunnukvøldið 6. mai kl. 19.

Mánakvøldið 7. mai kl. 19.

Týskvøldið 8. mai kl. 19.

Mikukvøldið 9. mai kl. 19.

Atgongumerki fáast á http://www.atlantis.fo/cinema/movie/17934

Sagt um filmin:

Heðin M. Klein, lærari og høvundur:

???Filmurin hevur eitt stillført stórbæri yvir sær, sum listin fær, tá ið hon verður autentisk og ektað. Byrjanin og endin settu alt í eitt genialt perspektiv.???

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík:

???Í kvøld var ein fullsett høll í Havnar Bio vælsignað við kykmyndini "Zacharias". Spenningurin var sum altíð løddur við ravmagni frammanundan einari frumframsýning. Kruse hevði í ??tvarpinum tosað um kontemplativt mindfullness. Innhugsni. Mær kom til hugs hin gamla mannin og havið hjá Ernest Hemingway. Menniskjað sum livir í pakt við natúruna, fult og heilt. Eplini, fleygastongin, lundarnir, stikið, taljan, hundurin, fetilin, byrðan, traktorurin, útróðurin. Skipslívið, og søgan um tá ið Joensen & Olsen sluppin "Esther", í kolandi stormi norðanfyri, skrædnaði um skanndekkið, allar stútturnar fóru, og hesin 16 ára gamli drongurin úr Hattarvík og skipsfelagar hansara hildu henni lens við pumpum og margarini.

Kykmyndin kann møguliga beskrivast, tað eri eg ikki førur fyri, heldur vil eg siga, at hon skal upplivast. Eftir at hava akað í ein tíma inn á Langanes aftur, við Bob Dylan í kraftblokkinum, melur hon enn í høvdinum, og tað fer hon ivaleyst at gera í nakrar dagar afturat - ella kanska líka leingi sum ???Burturhugur??? hevur gjørt mær mun.???

Høgni Djurhuus, útvarpsmaður og bloggari:

???Zacharias og hundurin. Teir sita har báðir í gamla lastbilinum, sum ikki vil starta.

Gloymi ongantíð ta upptøkuna. Eingin øsing, bara tol. Hann startar, fyrr ella seinni. Og tað ger hann, lastbilurin við nýlødda akkumulatorinum fastspentum. Frálík løta.

Hetta er alt so slow, so slow, men kortini gevur hesin stívi tímin, filmurin um Zacharias varar, tær nógvar tímar av upplýsing og lívsvísdómi. Nógvar tímar at hugsa.???

Jórun í Dali, arkitektur:

???Eg haldi, at filmurin er ein flott lýsing av lívinum úti í Fugloy frá 1940 til 2016. Filmurin er bæði ein samfelagslýsing og ein personslýsing, sum fer at hava varandi virði.???


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder