Politikkur

???Margarinfabrikkir??? í Hoyvík, á Argjum og í Kollafirði

...

2014-04-15 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Millum tey, sum kenna skipanina við Margarinfabrikkini í Havn, munnu tað neyvan vera nógv, sum seta spurartekin við hesa sera vælvirkandi skipan, ið hevur verið og framvegis er ómetaliga mennandi fyri børn okkara.


Saman við mongum øðrum góðum fólkum hevði eg ta stóru gleði at vera við til at fáa skipanina upp á beinini og vera leiðari har tey fyrstu árini. Hetta er tí eitt stað, ið liggur hjarta mínum nær. Eg ivist ikki í, at ein líknandi frítíðarleistur eigur at verða breiddur út til onnur tætt bygd øki í kommununi, ið ikki liggja so nær miðbýnum. Til dømis úti á Argjum, í Hoyvík og í Kollafirði, har vit kundu gjørt frítíðarskúladeplar, sum kundu verið skipaðir eftir einum leisti, ið líkist teirri vælvirkandi Margarinfabrikkini.

Sum limur í mentamálanevndini í býráðnum eri eg fegin um, at vit eru komin væl á leið við at endurskoða alt barna- og ungdómsøkið. Bæði viðvíkjandi hvørjum leisti frístíðarkúlin skal skipast eftir, og somuleiðis við at víðka um tilboðini til børn í 3., 4. og 5. flokki.

Á seinasta fundi í mentamálanevndini tóku vit avgerð um at seta ein arbeidsbólk, ið hevur fingið sum uppgávu at koma við einum tilmæli um, hvussu vit framyvir eiga at skipa hetta økið. Somuleiðis høvdu vit í nevndini herfyri ein góðan og gevandi fund við allar frítíðarskúlaleiðarar og leiðarar fyri barna- og ungdómshúsini, har tað greitt kom fram, at hetta økið eigur at fáa eina hægri politiska raðfesting. Á fundinum varð dentur lagdur á, at øll børn úr 3. til 5. flokk hava tørv á einum frítíðartilboði.

Sjálvur haldi eg, at vit eiga at endurskoða alt frítíðarskúlaøkið og koma við einum heilt nýggjum leisti fyri hesar aldursbólkar. Eitt nú kundu vit í enn størri mun veitt tilboð, har børnini og tey ungu fáa møguleika fyri at velja millum frítíðartilboð innan eitt nú list, tónleik og ítrótt.

Vit í kommununi hava stórar ambitiónir bæði á hesum økinum, eins væl og á øðrum økjum. Eg ivist ikki í, at hetta kann gera sítt til at fáa føroyskar útisetar til í størri mun at venda heimaftur og helst velja at búseta seg í okkara kommunu.

Eisini í altjóða høpi vilja vit vera ein undangongukommuna, har vit errin kunnu vísa útlendingum ??? tað veri seg kommunum ella fyrisitingum ??? hvussu vit reka okkara barna- og ungdómsøki.

Eg ivist ikki í, at vit standa framman fyri eini spennandi tíð, og vóni, at vit í býráðnum fáa eitt uppbyggjandi og gagnligt politiskt orðaskifti um at skipa hetta økið á best møguligan hátt.

Bogi Andreasen
býráðslimur, Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder