2013-07-26 18:01
Á landsstýrisfundi hósdagin 25. juli vóru m.a. hesi mál løgd fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskidagar 2013/2014)
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om lov om autorisation om sundhedspersoner
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upprit til broytingar í barnaverndarlógini í sambandi við Barnahús
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit um keyp av ferðafólkaferju til skúvoyarleiðina
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit um samstarv til kommunurnar og SEV
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit um jarðhita í Marknagilsdeplinum
(landsstýrismenninir í vinnumálum og mentamálum)
Upprit um at broytaløgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) teknisk broyting
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um førleikakrøv til kokkar á FAS-skipum, sum ikki hava føroyskt sjóvinnubræv sum skipskokkur
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um veiðu eftir hummara á landleiðunum
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um skipan og læring í forskúla
(landsstýrismaðurin í mentamálum)
Upprit og uppskot um at seta í gildi kunngerð um mentanarsøgulig skip
(landsstýrismaðurin í mentamálum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald