Landsstýrið letur300.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Sýria
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørtav at lata 300.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í krígsherjaða Sýria. Hjálpinverður latin í samstarvi við heimsmatvørufelagsskapin undir ST World FoodProgramme.
Í Sýria hevur borgarakríggj herjað síðani várið 2011, og sambærtSameindu Tjóðum hava fleiri enn 100.000 fólk mist lívið í stríðnum.
Í nýggjari frágreiðing frá ST, sum varð almannakunngjørd herfyri,verður staðfest, at sýriska stjórnin við Bashar al-Assad forseta á odda hevurframt hópdráp á sivilfólkið, bumbað sjúkrahús og útint ræðulig krígsbrotsverk íroyndina at vinna aftur landøki frá uppreistrardeildum.
Samstundis hava uppreistrardeildir eisini framt brotsgerðirsum avrættingar, gíslatøkur og brúkt sivil sum skjøldur ímóti bumbunum fráeinaræðisstýrinum.
Heimsmatvørufelagsskapurin World Food Programme (WFP)vísur á, at stríðið í Sýria hevur havt við sær, at milliónir av menniskjum eruflýdd úr sínum heimum. Felagsskapurin metir, at umleið helmingurin av teimumneyðstøddu eru børn. WFP arbeiðir fyri at fáa átrokandi neyðsynjarvørur ???serliga matvørur ??? til mongu heimleysu flóttafólkini.
Í ár er málið hjá WFP at fáa matvørur út til 6,5 mió.menniskju, sum eru rakt av borgarakrígnum í Sýria.
Um neyðhjálp
Landsstýrismaðuriní heilsumálum umsitur játtanina til neyðhjálp. Í 2013 eru 500.000 krónur settarav til neyðhjálpararbeiði kring heimin. Endamálið við játtanini er at veitaneyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi.
Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald