JN

Landsinnsavnan 10. mai

...

2014-05-09 20:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftur í ár skipar Blái Krossur fyri landsinnsavnan. Hesaferð verður tað leygardagin 10. mai, at gingið verður í húsini við bússum at spyrja, um fólk vilja lata eina gávu til hjálpararbeiði, ið Blái Krossur ger.

Í ár vera tað tvær verkætlanir hjá Bláa Krossi, ið verða stuðlaðar.

Onnur er byggingin av nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi, sum verður bygt á Nesi í Eysturoy. Komið er so mikið væl áleiðis við byggingini, at í summar verður liðugt, og heimið kann takast í brúk. Tá flytur virksemið úr Blákrossheiminum í Havn inn í munandi betri hølisumstøðurnar á nýggja viðgerðarheiminum.

Sí film um verkætlanina her.

Hin verkætlanin, ið verður stuðlað, er "??ll hava rættin til góð barnaár". Hetta er ein fyribyrgjandi verkætlan, ið vendir sær til børn og ung, sum vaksa upp í heimi, har rúsdrekka ella rúsandi evnir seta sítt merki á heimið og gerandisdagin. Fyribyrgingarráðgevin hjá Bláa Krossi savnar hesi børnini í sjálvhjálparbólkar.

Sí film um verkætlanina her.

Í sambandi við landsinnsavnanina er brúk fyri nógvum sjálvbodnum fólki, ið vilja nýta umleið ein til tveir tímar leygardagin 10. mai at ganga við bússum. Um tú vilt ganga - annaðhvørt á heimstaðnum ella aðrastaðni - vinarliga set teg so í samband við skrivstovuna hjá Bláa Krossi á tel 770700 ella við við telduposti á [email protected] ella á facebook á Blái Krossur Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder