JN

Landið somu skattainntøku

...

2013-08-06 03:16 Author image
placeholder

Landið hevur fyrstu sjey mánaðirnar í ár fingið nærum somu skattainntøku sum sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 715 milliónir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er talan um eina evarska lítla minking. Ítøkiliga er skattainntøkan 400.000 krónur minni, sum svarar til 0,06 %.


Føroysku kommunurnar hava higartil fingið minni inn í skatti fyrstu sjey mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 817 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 8,7 milliónir krónur ella 1,05 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Millum størru kommunurnar hava millum annað Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna og Fuglafjarðar kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu sjey mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent samanborið við í fjør.

Fyrstu seks mánaðirnar í 2013 eru slakar 133 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 23 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 17 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.

Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjast her
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder