2013-10-03 13:29
Landið hevur fyrstu níggju mánaðirnar í ár fingið 13 mió. krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 920 milliónir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 1,4 % hægri enn um somu tíð í fjør.
Føroysku kommunurnar hava higartil fingið eitt vet minni inn í skatti fyrstu nýggju mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 56 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 6 milliónir krónur ella 0,6 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.
Millum størru kommunurnar hava Klaksvíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna framgongd, meðan eitt nú kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu níggju mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent samanborið við í fjør. Verður skattainntøkan hjá Tórshavnar Kommunu í ár umroknað til skattaprosentið í fjør, so fær høvuðsstaðarkommunan kortini 0,93 % minni inn higartil í ár.
Fyrstu átta mánaðirnar í 2013 eru slakar 172 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 29 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 19 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.
Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjasther
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjasther
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald