Mentan

Laksatorgið fer av bakkastokki leygardagin

...

2021-07-22 19:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Laksatorgið fer av bakkastokki leygardagin

Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum er aftur í ár karmur um Laksatorgið, ið er stóra summartiltakið hjá Runavíkar kommunu. Ponyríðing, vaflur,ullísar, kappingar, undirhald og harmonikutónar seta dáma á dagin.

Stór grill verður sett upp,og fleiri tjøld eru á økinum,harsmakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi,og onnur nýggj leggjast afturat.Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp kl. 10.00. Leikur, prýðislutir, sølaav bundnum vørum, gávulutumogendurnýtslaerumillum mongu tilboðini.

Tey bæði-Salmona og Gullaksa-skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at roynasjóselfie.Pallurin er mitt á økinum,har tónleikur og ??vintýrferðin eruá skrá.??kið er væl skipað, strondinGlyvra Beacher skamt frá, har m.a. høvi verður at leypa á sjógv ella royna skreiðibreytina ??? so hví ikki taka svimjiklæðinivið eisini ?

Laksatorgið verður 24. juli frá kl. 10:00-16:00 niðri á Støð á Glyvrum.

Skráin fyri dagin:

10.00: ??kið letur upp

10.30: Jens Marni

11.30: Salmona og Gullaksa

13.00: Signar í Homrum

14.30: ??vintýraferðin

15.15: Salmona og Gullaksa

16.00: Liðugt


Visit Runavík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder