Mentan

Lærarastørv í Sørvágs skúla

...

2021-05-25 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir 3 lærarum til Sørvágs skúla.

1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 01.08.2021 ??? 31.07.2022

1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna farloyvi frá 01.08.2021 ??? 31.07.2022

1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021/22 vegna lækkað tímatal, tímar til serligan tørv og til avlopstímar.Talan er um niðursett tímatal. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2020.

Vit sóknast eftir telduvørði, sum er røkin og nærlagdur og eftir lærarum, ið kunnu átaka sær flokslærarauppgávuna.

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa grund og miðdeild í:

Støddfrøði, náttúru og tøkni, smíð, ítrótti og svimjing

Tey, ið sett verða skulu:

· Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

· Hava áræði at átaka sær tær uppgávur og avbjóðingar, sum eru.

· Duga at samstarva og eru fyrikomandi.

Førleikakrøv: Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 ??? 29.2

Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til

Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági [email protected] og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 08. juni 2021 kl. 12.00.

_________________________________________________

Í Sørvágs skúla ganga uml. 180 næmingar í 1. til 10. flokki. Uml. 35 starvsfólk arbeiða í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 12 næmingum, 2 lærarar og 2 námsfrøðingar eru knýtt at sertilboðnum. Sí heimasíðu skúlans sorvagsskuli.fo

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!

Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!

Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!

Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!

Málið er læring, menning, trygd, og trivni.

Áhugi elvir til læring

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder