Politikkur

Kyssa koyrilin hjá donsku stjórnini í sildamálinum

...

2014-06-09 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýrið ætlar nú at bakka fyri trýstinum frá donsku stjórnini í sildamálinum og viðvíkjandi boykottinum. Føroyar skulu sleppa altjóða rættarmálunum og seta sildakvotuna niður í helvt ??? eftir boðum úr Danmark og ES, sum yvirhøvur ongan rætt eiga til Norðhavssildina. Og hetta skal avgreiðast, áðrenn tann sonevnda ???ríkisfundin??? í Føroyum um ein viku...

Høgni Hoydal

Alt bendir á, at Landsstýrið nú ætlar at leggja seg fram eftir rommum í málinum um Norðhavssildina og boykottið hjá ES. Helst fer landsstýrið bæði at seta føroysku kvotuna av Norðhavssild niður í helvt og at sleppa rættarmálunum mótvegis ES í eini roynd at fáa boykottið burtur.

Sostatt fáa Danmark og ES sín vilja í øllum lutum. ??lógligt trýst við handilsforðingum, flutningsforðingum og peningaligum hóttanum, verða staðfest sum amboð í samráðingum frameftir. Enntá fyri Norðhavssildina, sum Danmark og ES hvørki eiga lut ella part í.

Og onkusvegna tykist tað eisini eydnast at fáa Jacob Vestergaard at bakka frá teimum minstukrøvum og rættindum, sum annars eitt samt løgting hevur staðið aftanfyri um Norðhavssildina.

Hví hendir hetta?

Donsk áhugamál skulu tænast

Jú, danska stjórnin hevur støðugt ligið oman á løgmanni og Løgmansskrivstovuni til tess at fáa Føroyar at sleppa sínum krøvum um Norðhavssildina og at sleppa altjóða rættarmálinum ímóti ES í ólógliga handils- og flutningsboykottinum.

Hevði Danmark ístaðin ligið oman á ES, so var boykottið ongantíð komið ??? og hevði í minsta lagi langt síðani verið strikað.

Tað ger Danmark sjálvandi ikki. Tey brúka saman við ES boykottið til at trýsta føroyingar til at slaka í sildamálinum. Hóast Danmark og ES ongan rætt hava til Norðhavssildina. Hóast boykottið sjálvsagt er ólógligt. Og hóast vit hava sera sterk søgulig og vísindalig prógv fyri okkara parti av Norðhavssildini.

Hetta vita ES og Danmark. Men panikkurin breiðir seg.. Dannmark og ES vilja sleppa av við rættarmálini. Og Danmark vil gera alt til tess at sleppa av við hesi feskastu prógvini um, at tey ganga beint ímóti føroyskum áhugamálum, og at Føroyar standa nógv sterkari sjálvstøðugt enn undir donskum valdi.

Ríkisfundur í Føroyum skal bjargast

Og nú er panikkurin uppaftur størri hjá donsku stjórnini og sambandsstjórnini í Føroyum. Um eina viku ??? tann 17. juni (enntá á íslendska frælsisdegnum) ??? skal aftur ein av teimum árligu sjónleikunum spælast fyri føroysku tjóðini.

Danski forsætisráðharrin kemur á vitjan í Føroyum til tann sonevnda ???ríkisfundin???, sum bert hevur eittans endamál: At varðveita danska valdið í Føroyum og at senda smílandi myndir og innihaldsleyst tos út til føroyingar. Hetta til tess støðugt at billa okkum inn, at vit noyðast at vera heimalomb, sum bert kunnu jarma og tolin bíða eftir mjólkarfløskuni frá onkrum øðrum, til tess at liva.

Og skal hesin sjónleikurin spælast við teimum vanligu gekkaskortunum og tí tjúkka smyrslinum út yvir veruleikan, so vilja Kaj Leo Johannesen og Helle Thorning Schmidt gera alt fyri at fáa sildarok og boykott og rættarmál av vegnum, áðrenn leiktjaldið verður drigið á ???ríkisfundinum??? um eina viku í Føroyum.

Alternativið er greitt

Tað er sjálvandi týdningarmikið at fáa boykottið burtur. Men heldur enn at spæla sínar leiklutir sum statistar í hesum sjónleiki hjá Danmark, eigur landsstýrið at halda fast um, at kvotan av Norðhavssild er eitt mál millum strandalondini, har ES og Danmark ikki eiga lut ella kunnu seta treytirnar. Og vit eiga at halda fast um, at boykottið er ólógligt og tí eigur at takast úr gildi beinanvegin.

Verður tað trýstið lagt á Danmark og ES, heldur enn at lata tey so ómakaleyst trýsta okkum, so verður boykottið strikað, uttan at kyssa koyrilin hjá teimum, ið ólógliga taka sær vald á øðrum. Tí hetta er fyrst og fremst eitt sera pínligt og oyðileggjandi mál hjá Danmark og ES.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder