JN

Kynsbýti fyri trúargrein og samkomutilknýti

...

2014-05-22 17:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan.fo: Talvan vísir, hvussu býtið er millum menn og kvinnur í teimum ymisku trúargreinunum, sum eru umboðarar í Føroyum. Spurningurin var sjálvboðin, og yvir 91 % valdu at svara. Spurningur var bert settur teimum, sum vóru 15 ár og eldri. Her er eisini vert at leggja til merkis, at summar av trúargreinunum eru sera lítlar. Upp á spurningin um trúgv, vóru næst flest, sum svaraðu onga trúgv, og har var ein stór yvirvág av monnum. Hjá teimum, sum svaraðu islam, sum trúargrein, var eisini ein stórur meiriiluti av monnum.

Talvan vísir, hvussu býtið er millum menn og kvinnur í tilknýtinum til samkomur í Føroyum. Tað var sjálvboðið at svara spurninginum, men meiri enn 91% svaraðu.  Bert fólk yvir 15 ár vóru spurd. Kynsbýtið er rættuliga javnt í teimum flestu samkomunum. Tó sæst týðiligur munur á svarunum onga samkomu, har var stórur meiri luti av monnum, sum svarðu, at tey høvdu onki tilknýtið til nakra samkomu.

Les eisini: Samkomutilknýti

Les eisni: Eitt kristið samfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder