Mentan

Kvøldskúlaframsýning á skúlanum á Giljanesi

...

2018-04-24 08:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flaggdagin 25. apríl fara næmingar í kvøldskúlanum í Vága kommunu at sýna fram handaligt arbeiði, ið teir hava evnaðí vetur.

Framsýningin verður á 1. hædd í nýggja skúlanum á Giljanesi frá kl. 14:00 ??? 19:00

Steðgur verður, meðan flaggdagshaldið er.

Hetta verður at síggja:
Brodering v/ Sofíu Jacobsen
Seyming v/ Susan Tavsen
Veving/ v/ Poulinu Jóanesardóttir
Leirur v/ Hervør Jørgensen
Málningalist v/ Pól Skarðenni

Eftir flaggdagshaldið, ið byrjar kl. 16:00, fara gittarnæmingar hjá Holgari Jacobsen at spæla nøkur løg.
Síðan koma dansarar hjá Birgir og Hervør Samuelsen at dansa linedans.

Gentukórið Tónar selur kaffi, te og vaflur frá kl. 15:00 ??? 17.30

??ll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder