JN

Kúpuskeljar á Landgrunninum

...

2014-06-29 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á hydrografitúrinum á hvítusunnu dreggjaði Magnus Heinason eisini eftir kúpuskel (Arctica islandica) í samstarvi við UniResearch í Bergen. Kúpuskel livir leingi ??? tann elsta man veit um, var 507 ár.

Fyri hvørt ár legst ein árringur afturat skelini og hetta merkir, at til ber at lesa árringarnar júst sum árringarnar á einum træi. Árringarnir eru ymiskir til støddar, alt eftir hvussu livilíkindini hava verið ??? um nógvur gróður var, so eru ringarnir breiðir og um lítil gróður var, so eru ringarnir smalir. Hetta ber aftur í sær, at um sama mynstur gongur aftur í ymiskum skeljum, so ber til at fáa eina langa tíðarseriu, har man nágreiniliga kann siga, hvussu livilíkindini hava verið. Livilíkindini endurspegla, hvussu gróðurin hevur verið á staðnum, har kúpuskelin helt til. Sostatt kunnu vit við hesi gransking t.d. fáa upplýsingar um, hvussu gróðurin hevur verið á Landgrunninum og um stórar veðurlagsbroytingar hava verið farnu hundrað árini ella meiri.

Túrfrágreiðing (á enskum) frá hesum partinum av túrinum kann lesasther.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder