Mentan

Kunningarskriv um Platform - fyri ung í Vágum

...

2020-09-21 18:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kunningarskriv um Platform.

Platform er eitt nýtt tiltak fyri ung í Vágum. Platform sprettur úr TeenStreet leguni, sum var í Sørvágs skúla í august.

Talan er um eitt størri forum við nógvari orku, lovsangi, viðkomandi boðskapi, felagskapi, forbøn og stuttleika. Tvey hóskvøld um mánaðin er Platform+ (pluss), tá verður fari djúpri við ymiskum evnum og bíbilundirvísing, har meiri fokus er á at vaksa, sum ungur kristin í trúnni.

??tlanin er at hava Platform eitt leygarkvøld um mánaðin í bygdarhúsinum í Miðvági. Fyrsta tiltakið verður leygarkvøldið 3. okt. kl. 21.

Handan Platform eru nøkur, sum hava tilknýti til ymiskar samkomur í oynni. Vit ynskja at standa saman um komandi ættarlið, at tey fáa møguleikan fyri góðum og kristnum felagsskapi við onnur ung,sum vaksin.

Platform er á sosialu miðlunum. Finn okkum á Facebook og Instagram!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder