Eftir drúgvan steðg byrjar Vágakórið aftur at venja mánakvøldið, 7. september kl. 19:00. Kórið hevur fingið avtalu við Rúnu á Rógvu um at vera kórleiðari, og tað eru vit í nevndini sera glað fyri, og bjóða vit Rúnu hjartaliga vælkomna í Vágakórið.
Rúna á Rógvi er ættað úr Vestmanna, men býr í Sandavági. Hon hevur lisið tónleikavísind á Aarhus Universiteti. Rúna og familja hennara fluttu aftur til Føroya í 2013 eftir nærum 8 ár í Danmark, har hon var virkin í tónleika- og kórlívinum á universitetinum. Rúna hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali, síðani hon flutti til Føroya aftur. Hon gleðir seg til samstarvið við Vágakórið, og hóast krúnufarsóttin herjar, so verður spennandi at fara í gongd við eitt nýtt kórár, har bæði almennu tilmælini og sanggleðin fær rúmd.
Vit bjóða fegin nýggjum sangarum, bæði ungum og eldri, royndum sum óroyndum, við í Vágakórið og saman við okkum gera kórið til eitt fjølbroytt oyggjakór. Vit merkja týdningin av at hava eitt kór í oynni og eru fegin um, at vágafólk stuðla, tí ofta eru boð eftir okkum, tá eitthvørt tiltak er bæði til gaman og álvara.
Vit gleða okkum at møtast aftur og vóna at síggja nógv nýggj andlit í kórium eftir summarsteðgin.
Nevndin í Vágakórinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald