2013-10-17 18:20
Føroya Arbeiðsgevarafelag bjóðar limum felagsins til kunnandi fund um keypsportal.
Tann 1. oktober varð nýggjur keypsportalur tikin í nýtslu. Framyvir skulu stórt sæð øll almenn keyp av vørum og tænastum, omanfyri eina ásetta upphædd, bjóðast út. Tí skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi, har Egon Joensen, fulltrúði í Fíggjarmálaráðnum, kemur at greiða frá um brúk av portalinum. Eisini verður høvi at seta spurningar.
Fundurin er ókeypis og verður í Vinnuhúsinum mánadagin 21. oktober kl. 15:00. Tilmelding fer fram við at skriva til: [email protected] seinast fríggjadagin 18. oktober klokkan 12:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald