JN

Krista Mørkøre stóð seg væl í Danish open

...

2014-03-10 19:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Krista Mørkøre luttók um vikuskiftið í stórari svimjustevnu í Esbjerg.

Hetta var ein altjóða svimjistevna, við luttøku úr fleiri ymiskum londum. 137 svimjluttakarar vóru til kappingina, og sigast má, at Krista stóð seg heilt væl.

Við í skjáttuni heimaftur hevði hon 5 heiðursmerki, og 7 persónlig met í 50 metra hyli. Endamáli hjá henni var at koma longur niður í tíðum, tí um ein skal verða við í menningini at verða ímillum tey bestu, so skal tað verða nú og framyvir. Krista er sera væl nøgd við síni persónligu met, og heiðursmerkini.

Í Danish open vann hon 1 gull, 2 silvur og 2 bronsur í sínum bólki S10. Krista sigur at hetta er sera motiverandi fyri venjingarnar framyvir, tí nú verður fari undir næsta málsetning, at røkka enn betri tíðum.

Næsta stóra málið hjá Kristu er at luttaka í VM í komandi ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder