Javnaðarflokkurin skal ikki vinna næsta val uppá fortíðina hjá Jørgen Niclasen.
19. desember 2013
Portalurin byrjar eina greinarøð - eitt tema - um tað 20-25 ára gamla tollmálið hjá Jørgen Niclasen. Greinarøðin fær sítt egna navn - nærum eitt "logo" - við tekstinum "Snýtti við tolli".
Kringvarpið tekur straks málið upp, nýtir nógva tíð og orku uppá tað, og er rættiliga ágangandi.
17. januar 2014
Eftir áhaldandi skriving á portalinum og innsløg í Kringvarpinum, heldur Jørgen Niclasen tíðindafund um tollmálið í Miðlahúsinum.
Nógv fólk er møtt upp - m.a. er Kringvarpið sera væl mannað.
Kringvarpið tekur upp og filmar allan fundin - men sendir hann ikki.
Í tíðindasendingini klokkan seks, er Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, gestur í útvarpsstovuni, har hon er sera kritisk móti tí, sum hendi á tíðindafundinum.
Í Degi og Viku ein tíma seinni er Sveinur Tróndarson, journalistur á Portalinum, gestur í sjónvarpsstovuni, har hann greiðir frá hví og hvussu hann avdúkaði málið um Jørgensa tollsvik.
Síðani hevur Kringvarpið sent nøkur brot frá Jørgensa fundi - men bara tá tey hava skulað víst nær hann segði ósatt.
26. mai 2014
Mánakvøldið kemur ein sera long sending óvæntað á skránna. Talan er í høvuðsheitum um eitt samankók av innsløgunum um Tollmálið, umframt onkur nýggj upplýsing.
Men Kringvarpið hevur eisini funnið fram upptøkur av Jørgen Niclasen, har hann ikki er í leiklutinum sum politikari. Vit fáa m.a. at vita,at manninum dámar at gera seg upp, tá tey vísa hann siga eina vittigheit.
Sendingin avdúkar, at bæði Jógvan Sundstein og Anfinn Kallsberg hava roynt at hjálpt Jørgen við tollmálinum - og tað tykist vera grundin til, at Kringvarpið vísir Harkaliðið syngja "einans eg átti rætta babba".
Móti endanum av sendingini hoyra vit Jørgen syngja ein fittan sang, sum hann hevur spælt sær við í frítíðini - samstundis sum vit síggja journalistar ganga runt í tinginum við einum skjali sum vísir, at hann hevur sagt ósatt. Endamálið er ikki at fara skeivur av:
Tað er ikki bara politikarin Jørgen, sum skal avdúkast. Persónurin Jørgen skal eisini pilkast niður.
27. mai 2014
Dagin eftir ringir Kringvarpið til eina rúgvu av politikarum, og biður um viðmerkingar til sína egnu sending.
Helgi Abrahamsen ger greitt, at hann illa kann liva við, at Jørgen bæði tykist hava snýtt og síðani sagt ósatt. Eg kann ikki halda fram at dálka mínar fingrar av at vaska øðrum, sigur hann. Orðini verða endurgivin allastaðni - og fara helst at standa sum ein lærusetningur um tað ævigu tvístøðuna millum persónliga samvitsku og politiskan loyalitet.
At ein so hóvligur og sakligur maður sum Helgi sigur hetta er næstan ein sensatión, tí hann verður roknaður sum loyaliteturin sjálvur í politiskum samstarvi.
Men flestu føroyingar skilja hann væl. Og onnur sambandsfólk geva til kennar, at tey hugsa tað sama.
28. mai 2014
Dagin eftir boðar løgmaður úr Íslandi kortini frá, at hann hevur fult álit á Jørgeni Niclasen.
Kaj Leo koyrdi Kára P. Højgaard frá orsaka av "rumbli". Nú torir hann ikki so mikið sum at siga eitt einasta kritiskt orð við ella um Jørgen, hóast hann skapar nógv størri rumbul.
Tað verður enn einaferð greitt fyri fólki, at Kaj Leo einki veruligt vald hevur í Tinganesi.
Maðurin, sum eftir øllum at døma fyrst hevur gjørt nakað ólógligt, síðani hevur roynt at fjala tað og til seinast hevur sagt ósatt um tað, hevur alt valdið í Tinganesi.
Neyvan ein einasti sambandsmaður á tingi er í iva um, at Jørgen má fara frá - men Kaj Leo torir einki at gera.
So sjálvandi kemur misálitið. Andstøðan hevur jú alt at vinna. Og andstøðan veit, at Sambandsflokkurin undir øllum umstøðum tapir. Tí stemmar Sambandið fyri, so misálitið verður samtykt, tekur Fólkaflokkurin stólin undan Kaj Leo. So verður val. Og tað er ikki gott, sum veljarakanningarnar síggja út.
Stemmar Sambandsflokkurin ímóti, mugu Helgi og kompaní eta alt í seg, og aftur "dálka sínar fingrar av at vaska øðrum". Tað ber ikki til.
So tey býta seg í tvey. Taka frástøðu frá Jørgen - og bjarga honum samstundis.
Men tey standa eftir sum taparar fyri tað.
29. mai 2014
Sambandsflokkurin er skrædnaður. Næstformaðurin ger greitt, at tað er Jørgen ella samgongan - og sera løgnar útmeldingar frá Kaj Leo vísa, at hann ikki stýrir nøkrum sum helst. Eitt formansskifti liggur í luftini.
Aftur til 26. mai
Hví hendi alt hetta? Jú, tí ein sjónvarpssending hevði provokerað tað fram.
Og hyggja vit at "timingini" hjá Kringvarpinum, so er hon rættiliga áhugaverd.
Kringvarpið plagar at seta størri sjálvstøðugar sendingar á skrá hóskvøld. Men "Tollmálið" kom á skrá eitt mánakvøld. Og hon kom ikki eftir vanligu skránna við Degi & Viku og 3-2. Tey, sum ætlaðu at síggja ítrótt, máttu bíða í 70 minuttir til sendingin um "Tollmálið" var liðug.
Hetta skuldi sendast mánakvøld - og tað skuldi sendast í prime time.
Kann tað hugsast at hava samband við, at seinasti tingfundur var mikudagin, og at effektin av sendingini tí hevði verið avmarkað, um hon varð send hósdagin?
Rotið breiðir seg
Misskil meg ikki - eg haldi fjølmiðlarnar eiga allan heiður fyri at gravað fram slíkt, sum her er grivið fram. Tað er teirra fremsta skylda - og hon er væl røkt.
Her hevur jú verið talan um svik og ósannindi. Og at ein journalistur ikki fekk innlit í málið tí hann hevði skrivað eitt navn skeivt í síni umsókn vísir jú, at okkara skipan var pilkandi rotin. Umsitingin breyt lógina fyri at verja ein politikara. Tað er sera, sera álvarsamt.
At journalistar síðani eru hóttir við fongsli, er eisini ræðandi.
Kemur slíkt ikki fram - og fær tað ikki avleiðingar - breiðir rotið seg sum maðkur í kjøti.
So grundleggjandi gjørdi pressan tað rætta.
Tann einasti sum kundi taka avleiðingar her og nú, var sentrali persónurin: Jørgen Niclasen. Men hann helt seg ikki hava gjørt nakað skeivt, og Fólkaflokkurin vardi seg við, at ákæra av ymsum orsøkum ikki bleiv reist, tá málið varð meldað.
Men hann átti kortini at duga at skilt støðuna hjá t.d.tinglimum Sambandsfloksins. Við at verja Jørgen máttu tey verja alt tað, sum var farið fram. Hvussu kundu tey tað?
Sjálvandi skuldi Jørgen sjálvur tikið seg aftur.
Ábyrgd Kringvarpsins
Men samstundis sum kringvarpið hevur gjørt eitt gott arbeiði, er tað farið ov langt.
Vit skulu minnast til, at dugnaligir journalistar, sum eru úti um seg, kunnu fáa sera stórt vald. Størri vald enn flestu politikarar. Teir seta dagsskránna, teir seta spurningarnar, teir vinkla "søgurnar", og teir fáa altíð síðsta orðið.
Eins og politiskt vald, so skal hetta valdið brúkast við ábyrgd.
Í hesum føri hava journalistarnir ikki dugað sær hógv. Tíðindaflutningurin hevur mint ov nógv um eina kampanju.
Og er tað so at ein sending verður sett á skrá alt eftir nær tingfundur er, so er sjálvsfatan Kringvarpsins skeiklað.
Journalistar skulu hava eftirlit. Teir skulu ikki verapolitiskir aktørar.
Politikkur á dagsskrá
Tað verður ikki friður av hesum málinum, søgdu sambandsmenn mikudagin. Rætt hava teir helst í tí.
Men skal Javnaðarflokkurin vinna næsta val, skal tað hvørki vera uppá tollmálið ella nakað annað úr fortíðini.
Jørgen og Kaj Leo føra ein katastrofalan politikk. Vit flyta okkum við risafetum frá einum samhaldsføstum samfelag eftir norðurlendskari fyrimynd, til eitt ósolidariskt samfelag, har hvør er sær sjálvum næstur.
"Tað skal loysa seg at arbeiða", ljóðaði boðskapurin. Men motivatiónin er ikki tann sama fyri øll:
Tey á ovastu rókum blivu eggjað til at arbeiða við eini gularót: Arbeiðir tú tað sama sum tú hevur gjørt, fært tú upp í 4-6000 kr. meir í løn.
Tey á niðastu rókum blivu eggjað til at arbeiða við einum píski: Skal tú hava somu inntøku sum tú hevur havt, mást tú arbeiða meir!
Hetta má rættast. Og tað er tað, Javnaðarflokkurin skal vinna valið uppá.
Misálitið er farið. Eitt val nærkast, og veljarin kann taka støðu til málið.
Nú skal Javnaðarflokkurin fara víðari, og seta sína egnu, politisku dagsskrá. Flokkurin skal ikki vinna valdið uppá fortíðina hjá einum øðrum, men uppá egin boð um framtíðina.
Sjúrður Skaale
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald