Mentan

Kostvanar hjá føroyingum ??? spildurnýggj tøl hjá Fólkaheilsuráðnum

...

2021-03-12 14:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkaheilsuráðið hevur nú greinað tølini um matvanar hjá føroyingum úr stóru fólkaheilsukanningini frá 2019 ???Hvussu hevur tú tað????, har heili 3000 vaksnir føroyingar tóku lut. Fyri stuttum vísti Fólkaheilsuráðið á, at yvirvekt og fiti eru vaksandi heilsuavbjóðingar í Føroyum. Tí hyggja vit í hesari kanningini at okkara kostvanum sum tjóð. Greiningin vísir greitt, hvar vit hava avbjóðingar og er hent vitan, nú Fólkaheilsuráðið í næstum fer at almannakunngera nýggj kostráð.

Nakrir av spurningunum, sum verða svaraðir eru:

Hvat eta vit, tá vit eta heitan mat?

Hvat slag av kjøti eta vit mest av, og hvussu ofta eta vit fisk?

Eru munir á kostvanum í mun til aldursbólkar, kyn og ymisk øki í landinum?

Hvussu nógv verður drukkið av sodavatni, leskidrykkjum og orkudrykkjum?

Hvussu nógv søtt eta vit, og hvussu ofta eta vit skundverðir?

Og hvussu nógv føroyskt eta vit?

Hvussu nógv eta vit av skerpikjøti, røstum kjøti, føroyskum eplum og grind?

Hvør etur mest føroyskt, ung ella gomul, kvinnur ella menn, havnarfólk ella bygdafólk?

Um tit vilja vita meira, kunnu tit lesa greiningina á okkaraheimasíðu

Vinarliga

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder