Mentan

Korona havt noyligar avleiðingar fyri bíðitíðina hjá fólki við parkinson

...

2021-05-25 08:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Parkinsonfelagið ásannar at tiltøk, sum eru sett í verk í samband við korona farsóttina, havahavt eina noyliga ávirkan á tænastur sum føroyska heilsuverkið veitir fólki við parkinson.

Støðulýsing: 

Felagið fegnast um at neurologiin hevur verið raðfest politiskt í 2020.Parkinsonrehabilitering varð sett í verk og eitt nýtt samstarv komið í lag millum SuðuroyarSjúkrahús og Landssjúkrahúsið soleiðis at forkanningar verða gjørdar á LS ogrehabiliteringsuppihald eru á SS tvær ferðir árliga. 

Somuleiðis er uppraðfest í neurologiska ambulatoriinum, har ein sjúkrarøktarfrøðingurafturat er settur í starv. Í neurologiska ambulatoriinum eru tey eisini farin at geva meiraavanseraða parkinson viðgerð, nevnast kann pumpuviðgerð við duodopa og DBS (DeepBrain Stimulation) sum annars verður givin í Danmark. 

Vit fegnast um at neurologiska økið er raðfest og at serlæknakonsulentar koma oftari áLandsjúkrahúsið enn áður. 

Áðrenn korona var bíðitíðin komin niður á umleið 3 mánaðir sambært Landssjúkrahúsinum,men nú má felagið ásannað, at bíðitíðin tíverri aftur er vaksandi ??? og er í løtuni umleið 6mánaðir. Sambært samskiftið sum felagið hevur havt við heilsuverkið er orsøkin m.a. tí atflogferðslan hevur verið skerd við nógvum umleggingum og konsulentarnir hava verið her ístyttri tíðarskeið hvørja ferð. 

Um at liva við parkinson: 

Fólk við parkinson eru fangað í eini neuroligiskari støðu, sum ikki einans ávirkar persóninsjálvan, men eisini tey ið eru um persónin, familja og onnur umsorganarfólk. 

Fólk við parkinson hava tørv á regluligum sambandi við neurolog fyri at reguleraheilivágsviðger tí sjúkan kann verða sera umskiftilig. At bíðitíðin nú er longd er als ikkinøktandi og er til stóran ampa fyri fólk við parkinson og avvarandi. 

Harafturat metur felagið at tørvur er á eini skipan, sum kann nøkta bráfeingistørv og støðursum uppstanda um akuttir trupuleikar taka seg upp. 

Parkinsonfelagið 

John William Joensen, formaður 

Anna Katrina Beder, næstforkvinna. 

Joy Ann Simonsen, kassameistariElisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari 

Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder