Mentan

Konvoysigling á Skálafjørðinum leygardagin

...

2020-05-15 17:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í ár eru 75 ár liðin, síðani annar veraldarbardagi endaði. Bátafelagið á Toftum, sum plagar at skipa fyri bátafestivali í mai, skipar fyri konvoysigling á Skálafjørðinum leygardagin 16. mai, tá tað júst er trýfjórðingsøld, síðani bretska hersetingin í Føroyum endaði.
Byrjað verður úti fyri kanónina á Nesi, har bátar og skip møtast kl. 12.00 og sjálv konvojsiglingin byrjar kl. 12.30 úti fyri kanónina á Nesi, har SS Dragin KG 212 fer at sigla fremstur í konvoy kring Skálafjørðin. Í hesum sambandi verður heitt á bátar og skip um at sigla í kjalarvørrinum av tí, sum siglir frammanfyri.

Umborð á SS Draganum KG 212 kemur Hallur Joensen at syngja og spæla, ímeðan siglt verður framvið eystaraarmi á Skálafjørðinum.

Eitt bíðiøkið verður inni í Skálafirði, har konvoyfylgi verður samlað, áðrenn siglt verður út framvið vestari armi á Skálafjørðinum. Konvoysigllingin endar aftur úti á Nesi, við kanónina, har bátar og skip samlast.

Framførslur hjá Hallur Joensen og somuleiðis onkur søgur, um kanónina á Nesi og um tíðina undir seinna veraldarbardaga, vera møguliga send beinleiðis á facebook síðuni hjá Bátafelaganum. Á kanal 8 á VHFinum, koma bátar og skip at samskifta viðvíkjandi siglingini.

Bretska hersetingin í Føroyum, ið kallaðist Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945. Fleiri túsund bretskir hermenn vóru í Føroyum hesi árini. Tá talið var hægst, vóru teir umleið 8.000.

Sæð í mun til fólkatalið, sum tá var umleið 30.000, sigur tað seg sjálvt, at broytingin fyri føroyska samfelagið var ógvuliga stór hesi árini. Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945, og í øllum heiminum á heysti 1945.

Bátafelagið ynskjir øllum væl komnum á konvoysigling leygardagin 16. mai frá klokkan 12.30


Við heilsan
Bátafelagið á Toftum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder