2020-04-10 16:00
Góði áhoyrari. Eftir ráðføring við Anette Lykke Petri, landslækna og Michael Boolsen, fúta, hava fyriskipararnir av James Blunt konsertini, sum eftir ætlan skuldi vera 1. juni í ár, gjørt av at útseta konsertina til 26. mai 2021.
Íkomna sóttarstøðan um allan heim ger, at tað ikki er tilmælt at halda stórar konsertir, og síggja fyriskipararnir seg noyddar til at útseta tiltakið. Konsertin er útseld.
Sum er, eru tilmælini frá landsins myndugleikum galdandi fram til30. mai, meðan tað enn er óvist um tilmælini verða longd. Hyggja vit til dømis eftir Danmark, so síggja vit at krøvini eru galdandi fram til30. august, og tí er ikki óhugsandi, at tilmælini í Føroyum verða longd.
Tískil er konsertin útsett til 26. mai 2021.
Tíni atgongumerki eru sjálvandi framvegis galdandi til hesa konsertina. Tú nýtist onki at gera.
Vit harmast um støðuna, men gleða okkum kortini, at bjóða tær til eina konsert í heimsflokki tann 26. mai í 2021.
Hevur tú spurningar, vinarliga send teldupost til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald