2021-07-05 11:26
Tað skal eisini verða gjørligt hjá tónleikafjepparum at uppliva spennandi hálvfinaluna á Wembley mikukvøldið millum England og Danmark.
So Summartónar og Aldubáran flyta portrett-konsertina við Trónd Bogasyni mikukvøldið. Hon verður ístaðinmikukvøldið 7. juli kl. 18.00í Hátún á Tórshavnar musikkskúla á Landavegnum. Innan konsertina, prátar Urd Johannesen við tónaskaldið. Hetta byrjar kl. 17.30.
Konsertin varir slakan tíma. Tónleikurin hjá Trónda, verður uttan iva eitt spennandi og eggjandi forspæl til altavgerandi dystin í London.
Sama konsert verður endurtikin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 8. juli kl. 20.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald