2018-05-19 22:40
Tað er mestsum vorðið siðvenja, at Siloakórið í Fuglafirði býður til konsert hesa ársins tíð, áðrenn farið verður í summarfrí.
Í ár verður heldur ikki nakað undantak.
Kórið hevur konsert í Siloa 2. hvítusunnudag, tann 21. mai kl. 19. Á skránni eru sangirnir, tey hava vant hetta seinasta árið. Hetta eru fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum ??? teir flestu við undirspæli. Eisini eru fleiri solistar, ið syngja saman við kórinum.
Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
??ll eru vælkomin, og aftaná konsertina verður ein drekkamuður at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald