JN

Kommunurnar avlop trý ár á rað

...

2013-08-22 22:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

2012 varð triðja árið á rað, at føroysku kommunurnar samanlagt høvdu eitt positivt RL??-úrslit. Tað er úrslit eftir rakstur-, løgu- og útlánsvirksemi hjá kommununum.


Sambært kommunustýrislógini skulu kommunustýrini hava samtykt og sent landsstýrinum ársroknskapin fyri undanfarna ár innan 1. juni. Fíggjarmálaráðið hevur nú gjørt eina uppgerð av ársroknskapunum fyri 2012, ið vísir at kommunurnar samanlagt høvdu eitt RL??-avlop uppá knappar 24 mió. kr.

Sambært uppgerðini øktist raksturin við 3,4% frá 2011 til 2012 og útreiðslurnar til løgur øktust við 1,2%. Kommunala nettoskuldin minkaði við 26 mió. kr. og er nú 487 mió. kr.

Í 2012 vóru kommunalu rakstrarútreiðslurnar 1,1 mia. kr., og kommunurnar høvdu útreiðslur til løgur fyri tilsamans 346 mió. kr. Rentuútreiðslurnar vóru 41 mió.kr., ið er 6,4% lægri enn í 2011. Samlaða úrslitið hjá øllum kommununum var knappar 24 mió. kr. í avlopi, samanborið við knappar 29 mió. kr. í 2011.

Frágreiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir m.a. eisini, at størstu hallini í 2012 vóru hjá Vestmanna kommunu, Tvøroyrar kommunu og hjá Eystur kommunu, og at størstu avlopini vóru hjá Tórshavnar kommunu og hjá Klaksvíkar kommunu.

"Fyri 5 árum síðani vóru 9 kommunur, ið høvdu eina nettoskuld omanfyri lógarkravda markið. Nú eru tær bert 4 í tali, so tað er at fegnast um, at pílarnir í kommunala búskapinum peika rætta vegin, og at kommunurnar samanlagt hava avlop á rakstrinum triðja ári á rað", sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Frágreiðing um kommunuroknskapir 2012

Yvirlit yvir kommunuroknskapir 2012

Mynd av nettoskuld og gjaldsevni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder