Vinna

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava undirskrivað semju

...

2021-03-11 15:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag skrivaðundir semju um nýggjan sáttmála. 

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020. Partarnir hittust á fundi fyrstu ferð hin 2.desember 2020 og eftir nakað av fundarvirksemi varð Semingsstovnurin boðsendur. 

Talan er um ein tvey ára sáttmála, ið byggir á eina samlaða lønarhækkan á 3,3%.Lønarhækkanin fer fram 1. januar 2021 og 1. januar 2022. 

Tórshavn, 11.03.2021Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder