2026-11-09 08:57
HØGNI VANN ST OPEN!
Í vikuskiftinum varð ST Open telvað í Virkishúsinum við Ánna í Sandavági. 24 telvarar luttóku í kappingini, sum var tann triðja í Grand Prix-røðini 2026/27.
Telvað vórðu 7 umfør, og Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist greiður vinnari við 6,5 stigum av 7 møguligum!
Teir fremstu gjørdust:
Høgni Egilstoft Nielsen – 6,5 stig
Luitjen Akselsson Apol – 5,5 stig
Torkil Nielsen – 4,5 stig
Jón í Horni Nielsen, Elias Petersen og Rókur Davidsen fingu eisini 4,5 stig.
Tvær ratingsvirðislønir vórðu eisini latnar:
Undir 1800 – Andrew Xin
Undir 1650 – Sámal Nesá
Stóra tøkk til Sandavágs Talvfelag fyri kappingina og til allar telvararnar fyri luttøkuna!
Á myndunum sæst eisini samlaða GP-støðan eftir tríggjar kappingar.
Komandi vikuskifti verða FM Kvik og FM Snar telvað í SALT í Suðuroy.
Øll úrslitini frá ST Open síggjast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald