Stórt tunnils- og mentanartiltak verður á Strondum leygardagin 24. februar, eitt ár eftir, at fyrsta skotið til tunnilin varð latið av.
Nú tíðin nærkast til Eysturoyartunnilin verður veruleiki, verður skipað fyri fjølbroyttum tiltaki á Strondum leygardagin 24. februar, har tað millum annað verður møguligt hjá øllum áhugaðum at sleppa við bussi inn í tunnilin, fyri at síggja fyrstu undirsjóvarrundkoyring.
Í Bygdahúsinum fer at bera til at keypa góðan døgurða henda dagin.
Seinnapartin, beint eftir døgurðan, verður eitt áhugavert panel í Bygdahúsinum, har áhuga kunnu leggja oyra til fýra framløgur um avbjóðingar og møguleikar í økinum, nú samferðslukervið verður broytt munandi. Tey, sum leggja fram verða: Andras Róin, samfelagsfrøðingur, Randi Frederiksberg, landafrøðingur, Svend Sivertsen, arkitektur og Heidi Poulsen, arkitektur. ??ll fýra við tilknýti til umhvørvið, so ella so, og øll við nøkrum áhugaverdum sjónarmiðum um hvussu vit, tvs., kommunan, vinnan, áhugafeløg og einstaklingar, eiga ella kunnu navigera, nú trýstið og møguleikarnir í økinum vaksa og broytast.
Vinklarnir eru í høvuðsheitum samfelagsligir og landafrøðiligir eins og úr arkitektoniskum sjónarhorni. Hvussu útbyggja vit, hvat ynskja vit, hvønn veg fara vit?
Vit fara at hoyra um fjøltáttað bústaðaútboð, og um vit ynskja at verða ein bygd, býur ella forstaður. Um býarætlan og burðardygga framtíð o.s.fr.
Ímillum framløgurnar fer Súni Johansen at framføra nøkur løg, eins og kaffi o.a. verður at fáa.
Handlar og kreativar vinnur hava leingi opið henda dagin. Hesi eru: Bergsteinar, Snældan, Strandamáling, Atelierið hjá Finleif Mortensen, Effo, Stranda Centrum og Fornminnafelagið.
Um kvøldið verður stór konsert í Bygdarhúsinum har nakrir av bestu tónleikarum í landinum luttaka, bæði lokalir og uttanífrá.
Hølið verður gjørt um til eitt hugnalig konsert/kafé-hølið, har høvið eisini verður at keypa okkurt leskandi undir góman.
Luttakarar á konsertini verða:
- Altverkið
- Ásbjørn Berthelsen
- Súni Johansen
- Sámal Ravnsfjall
- Hanus G. Johansen
??ll eru vælkomin til øll tiltøkini. Tilmelding fer fram á www.atgongumerki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald