Leygardagin 5. mai kl. 14.00 verður stórt rennitiltak í Klaksvík
Kom og renn fyri sclerosu í Klaksvík. ??ll eru vælkomin. Børn, ung og vaksin ??? kom og renni við.
Higartil hava vit fingið góðan stuðul frá fyritøkum og einstaklingum, men øll hava møguleika at stuðla, antin við at renna ella flyta eina upphædd til Sclerosufelagið, sí konto niðanfyri.
Aftur í 2018 verður NS motiónsrenning, NS barnarenning og FM í hálvmaraton í gøtunum í Klaksvík. Tað er Treysti, sum er fyriskipari av hesum spennandi tiltaki. Motións- og barnarenningini er stuðulsrenning fyri Sclerosufelagið, so kom og stuðla Sclerosufelagnum.
Kostnaður: Kostnaðurin fyri motiónsrenning er 100 kr. og fyri barnarenning 50 kr. Luttøkugjaldið til motiónsrenning og barnarenning fer óskert til Sclerosufelagið.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.atgongumerki.fo/fif/ella í Norðoya Sparikassa heilt fram til kl. 13.00 leygardagin 5. mai 2018. Renniblusa frá Sclerosufelagnum verður latin teimum fyrstu 50 luttakarunum, sum melda seg til NS motiónsrenningina.
Sclerosurakt tørva stuðul
Um tú ikki orkar at renna, og tó ynskir at stuðla Sclerosu, ber eisini til at stuðla bæði motións, barna og ½maraton rennarum. Tit kunnu stuðla við at flyta eina upphædd á 9865 102.799.3 í Norðoya Sparikassa.
Sclerosa (MS)
Sclerosa (MS) er ein kronisk autoimmun sjúka, sum loypir á høvuðsnervaskipanina, og also nervalagið í heila og mønu. Sjúkan rakar á henda hátt allan kroppin.
Sjúkan kann hava ymisk árin frá persóni til persón. Álopini av sjúkuni vera vanligani kallað fyri 'Attak', og tað kann vera alt frá merkisórógv (føleforstyrrelser), trupulleikar við sjónini, møði, lammilsi og /ella kognitivar trupulleikar, so sum at hava ringt við at minnast og hugsavna seg. Nøkur uppliva bert fá attak, og eru kanska ikki nógv merkt av sjúkuni, meðan onnur gerast avlamin við tíðini. Flestu, sum verða rakt av sjúkuni, eru millum 20 og 40 ár. 2/3 av hesum eru kvinnur.
Man veit ikki hví ella hvaðan sjúkan kemur. Tí er ongin heilivágur, ið kann lekja sjúkuna. Men tað ber til at fáa heilivág, sum seinkar sjúkugongdina og møguliga minkar um symptomini. Tað verður granskað sera nógv í sjúkuni. Hetta gevur vón um eina framtíðarloysn og er sera positivt. Men gransking er dýr, og neyðugt er at savna nógvan pening til ymisku verkætlanirnar.
Renn fyri sclerosu! Tú hjálpir við at savna inn pening til gransking í sclerosu, og gevur vón um eina betri framtíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald