Politikkur

Kom og pissa í saltan sjógv við Unga Tjóðveldinum og Sosialistiskum Ungum

...

2017-11-22 21:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tikið verður ofta til, at hevur tú ikki pissað í saltan sjógv, so er tín meining um fiskivinnunýskipanina ikki eins nógv verd, sum hinar. Hetta ætla vit okkum at gera okkurt við. Tí vilja vit í Unga Tjóðveldinum og Sosialistiskum Ungum geva øllum kjans at pissa í saltan sjógv.

Samgongan hevur akkurát fingið ein frammaná í veljarakanning, men hetta steðgar ikki ungmannafeløgunum. Hóskvøldið kl 19:30 skipa vit ??? sum rættir Havna-akademikara-ungmannafeløg ??? fyri fiskivinnukafe, har tú kanst pissa í saltan sjógv, fáa útluta fiskiloyvi og mangt annað.

???Vit vilja varpa ljós á fiskivinnuna og hvønn týdning tað hevur, at vit fáa nýskipanina, sum fyriliggur, samtykta. Vit vilja verða eitt sindur sjálvironisk, við at vit eru Havnafólk, ið ikki hava pissað í saltan sjógv áður. Vit vóna, at fleiri ??? ung, sum gomul ??? venda leiðina oman í Gallarí 14 hóskvøldið kl 19:30,??? sigur Hervør Pálsdóttir, ein av fyriskiparunum.

Mergjaðar kvinnur, so sum ??luva Klettskarð, Elsa Berg og Karin Reginsdóttir Joensen koma at røða. Tað verður eitt rættiligt hugsjónarkvøld, har týdningurin av, at skipanin verður broytt, verður lýstur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder