Mentan

Úrslit av seyðasýningini í Kvívík

.

2024-10-20 22:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku. Fimm hagapartar luttóku. Sýnarar vóru Elmar Holm, Jacob Vestergaard og Hartvig Bech. Íalt vóru 46 veðragjólingar og 7 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3. Besta veturgamla veðr. 1, 2, og 3. Besta eldri veðr. 1, 2, og 3.
Bestu veðragjólingar
1. Eigari Bartal Andreassen, Frammi hagi
2. Eigari Mortan Andreassen, Frammi hagi
3. Eigari Ari Johanneson, Frammi hagi
Bestu hagar
1. Frammi haga 18,13 stigum í miðal
2. Leynahagi - Uttan fyri húsini 17,00 stigum í miðal
3. Útihagi 13,00 stigum í miðal
Besti veturgamlir veðrar
1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga
Besti eldri veðrur
1. Eigari Óli Hans Olsen, Norði hagi
Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til og lótu stuðul. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.
Vinarliga
Fyriskipararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder