2024-10-20 22:02
07Vestur skrivar:
Danin Mikkel Jakobsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur fyri komandi kappingarár. Hetta er góð tíðindi fyri felagið, sum hevur verið væl nøgt við avrikið hjá leikaranum, síðani hann kom til felagið.
Mikkel Jakobsen hevur víst seg sum ein týðandi leikara fyri liðið, bæði við sínum tekniska førleika og sínum stríðsvilja á vøllinum. Vit gleða okkum at síggja Mikkel halda fram at menna seg í felagnum og vænta, at hann fer at hava ein stóran leiklut komandi kappingarárið.
Felagið ynskir Mikkel til lukku við nýggju sáttmálanum og gleðir seg til framhaldandi samstarv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald