Vinna

Bartalsstova í Sandavági letur uppaftur

Familjan Weihe Nielsen í Sandavági letur tann gamla handilin í Bartalsstovu uppaftur nú um miðjan novembur.

2024-10-19 08:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jens Erik Weihe Nielsen, sonur Jónu Weihe Thomassen og Zacharias Nielsen, hevur eftir at hava hugsað gjølla um tað avrátt at lata handilin uppaftur sum matvøruhandil í Samkeyp-ketuni.

Familjan Weihe Nielsen heldur, at tað kann ikki bera til, at eingin matvøruhandil er í eini so stórari bygd sum Sandavági, har fólkatalið er fitt omanfyri túsund.

Jens Erik, ið fer at hava raksturin av handlinum um hendur, er útbúgvin goymslu- og logistikksamskipari.

Hann flutti til Danmarkar í august 2016 at lesa til datamatikara, men endaði við at læra til goymslu-og logistikkoperatør.

Jens Erik hevur arbeitt á goymslu í seks ár. Eitt arbeiði, ið hevur borið í sær, at hann eisini hevur kunnað brúkt sín førleika til vøruinnkeyp yvirhøvur.

Jens Erik búði fyrst í Aarhus frá august 2016 til desembur 2021. Síðan í Holbæk frá desembur 2021 til nú leiðin aftur gongur til Føroya.

Øll familjan verður við til at lata Bartalsstovu undir Samkeyp upp. Tey ætla at veita tænastur, ið kunnu verða til gagns fyri alla oynna og Sandavág.

Við hesi ætlan vóna tey, at øll bygdin fer at stuðla handlinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder