2018-06-21 14:39
Kvívík:
Veðrið er ógvuliga gott á Leynasandi, brennandi sól og lítið av vindi. Klokkan 16.00 er møguligt hjá øllum at fara í pottarnar. Kommunan hevur sett skiftirúm upp, so fólk kunna skifta á sandinum. Tó mugu fólk hava taskur við, so tey kunnu hava skiftiklæðini í teimum. Eisini er møguligt at skifta í skúlanum í Leynum. Minnist til at hava handklæði við.
Undirhaldið byrjar kl. 19.00, tá ið Rógvi framførur.
Á Leynasandi er bert møguligt at keypa við kontantum t.v.s. ikki við korti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald