2018-02-08 15:18
Hesa vikuna hava næmingar í 10. flokkunum í Runavíkar skúla og Tofta skúla spælt barnaleikin um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum.
Leikurin er úrslit av verkætlanararbeiðinum hjá 10. flokki, sum í fleiri ár hevur verið at sett ein leik upp.
Næmingarnir hava vant í tvær vikur og spæla hesa vikuna, um morgunin fyri barnagørðum og skúlum og um kvøldið eru almennar sýningar.
Í kvøld kl 19.00 er seinasta almenna sýninginin, og sostatt seinasti møguleiki at síggja leikin.
Sjónleikurin er í Løkshøll, har pláss er fyri 305 áskoðarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald