Klaksvík:
Síðan kommunan varð gjørd varug við fornleivdir undir bønum á Akursmørk, har arbeiðið við nýggju býarlundini var byrjað, hevur tætt samskifti verið millum kommununa og Tjóðsavnið um, hvussu farast kann víðari fram.
Í felag eru kommunan og Tjóðsavnið nú komin til eina loysn fyri, hvussu arbeiðið við lundini kann halda fram og samstundis taka hædd fyri fornleivdum undir bønum. Írestandi grevstrararbeiðið verður gjørt undir fornfrøðiligum eftirliti, sum inniber, at fólk frá Tjóðsavninum standa hjá gravimaskinuni og eygleiða, um fornfrøðiligar leivdir koma undan kavi. Skuldi tað hent, at fornminni koma undan kavi, verður arbeiðið steðgað, inntil fornminnini eru skrásett. Harafturat verður írestandi grevstrararbeiðið í samstarvi millum kommununa og Tjóðsavnið lagt soleiðis til rættis, at ikki verður grivið so djúpt, at tað á nakran hátt kann skaða fornleivdir undir bønum.
Við hesum meta bæði Klaksvíkar kommuna og Tjóðsavn Føroya, at arbeiðið á bestan hátt kann halda fram.
FORNMINNI ERU FRIÐAÐ ??? IKKI ??KIÐ
Verða fornminni funnin undir bønum, eru tey at rokna sum friðað jarðføst fornminni, men eftir at hava kannað málið nærri, kunnu bæði kommunan og Tjóðsavnið staðfesta, at Akursmørk (ovari Vágsbøur, yviri á Grundum) ikki er friðað lendi. Hvørki byggisamtykt ella tinglýsing fyri stykkið innihalda viðmerkingar um friðing, og so skuldi annars verið, um talan var um friðaða jørð.
??kið er tó at finna á umrøddum lista yvir støð og bygningar í Klaksvík, sum hava søguligt og møguligt fornfrøðiligt virði, og hóast málið um lundina á Akursmørk hevur tikið útgangsstøði í byggisamtyktini fyri lendið, og harumframt hevur verið væl og virðiliga lýst og kunngjørt alment, so hevði málið helst verið betur og skjótari loyst, um samskiftið millum kommununa og Tjóðsavnið kom í lag fyrr.
KUNNU GERA N??GV BETRI
Hóast bæði Klaksvíkar kommuna og Tjóðsavn Føroya eftir besta førimuni røkja sínar uppgávur og tæna sínum endamáli, kunnu ábøtur altíð gerast. Og støður sum hendan íkomna kunnu somuleiðis gera allar partar klókari og betri brynjað til framtíðar uppgávur. Við virðing fyri javnvágini millum fortíð og framtíð fer Klaksvíkar kommuna eisini framyvir at taka atlit til kanningar og kunningar frá Tjóðsavninum, tá ið verkætlanir verða lagdar til rættis. Tí er arbeiði farið í gongd at skráseta øll økini, ið eru á listanum hjá Tjóðsavninum, í KT-skipanum hjá kommununi, soleiðis at líknandi støður ikki taka seg upp aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald