Umhvørvisdeildin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur umbiðið Nemaslug at nýta í stríðnum at burturbeina ella gera av við morsniglar.
Í Nemaslug eru nematodur. Nematodur eru smáir rundormar, ið liva sum deyðiligir snultarar (parasittar) í djórum og plantum. Í nematodunum eru bakteriur, sum morsnigilin ikki tolir og doyr av. Við at leggja Nemaslug í urtagarðin, kann væntast, at morsniglarnir eta av tí. Morsniglar eru kannibalar. Tá deyðir morsniglar, ið hava etið Nemaslug, verða lagdir í urtagarðin, koma aðrir morsniglar aftrat og eta teir deyðu, smittaðu sniglarnar. Og soleiðis fæst ein ketureaksjón.
??tlanin er, at deildin hjá býargartnaranum fer at hava opið 26. til 30. august millum kl. 16 og 18. Deildin heldur til í hølunum undir Skýlinum við fótbóltsvøllin í Djúpumýru. Har verður møguligt hjá borgarum at koma við deyðum morsniglum, ið so verða dyppaðir niður í Nemaslug-løg hjá býargartnaranum. Deyðu morsniglarnir, ið hava verið í løginum, verða tiknir við heim aftur og lagdir í urtagarðin til aðrar morsniglar at eta. Vónandi fer ketan so at virka. Tað ber eisini til at brúka agurkustykkir ella -flísar at leggja í løgin í staðin fyri sniglar. Agurkustykkini verða so løgd til dømis undir eina fjøl, har sniglar koma.
Umhvørvisdeildin heitir á allar borgarar um at kenna sína skyldu og hjálpa til við at fáa morsnigilin burtur. Tað kunnu teir gera við at koma við einum ílati í hølið hjá býargartnaranum, har býargartnarin hevur agurkustykkir, sum hava ligið í hesum løgi.
Á leinkjuni niðanfyri sæst norsk grein fráwww.aftenposten.noum, hvussu farast kann fram við at basa morsniglum:
Har funnet våpenet mot brunsneglene
Greinin leysliga umsett til føroyskt sæst her í PDF
Kelda: Klaksvíkar Kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald