Vinna

Klakkur kallast nú Núpur

...

2014-01-21 18:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gamli Klakkur er nú seldur til felagið GPS Sp/f í Klaksvík og hevur fingið navnið Núpur.

Tað hevur ljóða, at skipið skuldi fáa navnið Polarstjørnan, tí gamli Klakkur skuldi avloysa Polarstjørnuna, ið er seld til Grønlands.

Núpur er ikki eitt ókent navn í Klaksvík, Havbúgvin, ið var seldur frá Klaksvík til Sandavágs fyri nøkrum árum síðan, hevði navnið Núpur eina tíð.

Kelda skipini.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder