2018-05-05 10:56
NESVÍK: Eftir summarferiuna fær Kirkjuliga Heimamissiónin nýggjan aðalskrivara: Tá avloysir Andrias Magnussen núverandi aðalskrivaran, ??ssur Kjølbro.
Hetta hendir, nú ??ssur fer í annað starv í hesi missiónsrørsluni sum hevur heimstað í Nesvík, og gevur tað nú Nes-manninum, Andriasi møguleikan at røkja tænastuna sum aðalskrivari í Heimamissiónini í framtíðini.
- Eg eri spentur uppá starvið, men eg fari ikki at broyta nakað beinanvegin. Eg eri ikki tann, sum ætli at gera nakra kollvelting í Heimamissiónini.
- Eg fari at byggja víðari uppá alt tað góða, sum er gjørt frammanundan, sigur 34 ára gamli Andrias Magnussen í samrøðu við Trúboðan, sum er málgagn rørslunnar.
??ssur hevur røkt starvið sum aðalskrivari seinastu 10 árini. Herfyri var hann settur sum óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi.
FIMM ??TTARLIÐ
Andrias Magnussen, ið hevur prógv sum lærari, er uppvaksin á Nesi í Eysturoynni. Og fyri hann hevur tað altíð verið natúrligt at ganga bæði í kirkju og til tiltøk í missiónshúsinum á Toftum.
- Ja, eg havi gingið í kirkju, alt tað sum eg kann minnast, greiðir hann frá. - Og tað kemur ikki av ongum:
Tænastan sum klokkari hevur verið í hansara familju í minst fimm ættarlið aftur, og í løtuni er pápi hansara klokkari í Fríðrikskirkjuni.
- Og sjálvur eri er tiltaksklokkari, sigur hann við einum brosi. Andrias hevur eisini gingið til tiltøk í missiónshúsinum frá barnaárum av.
Í 2011 varð hann útlærdur sum lærari, og fekk fyrst starv í skúlanum á Argjahamri, har hann var í tvey ár. Seinastu árini hevur hann verið lærari í Klaksvík, har hann er enn.
Leggjast kann aftrat, at Andrias í løtuni er formaður í Landsungdómsnevndini hjá Heimamissiónini.
EYÐMJ??KURTá Andrias herfyri varð spurdur, um hann vildi taka við hesum álitisstarvinum var tað ikki ein avgerð, sum hann hevði lætt við at taka.
- Eg hugsaði um tað sera leingi: Viðhvørt var tað ja, og viðhvørt var tað nei. Sum tað so menniskjansligt er, so fór eg beinanvegin í meg sjálvan at leita, fyri at vita, hvørjar førleikar ella eginleikar eg hevði, og sum gjørdu meg egnaðan til hetta starvið.
- Og eg skal vera erligur og siga, at eg fann ógvuliga lítið, og tí eri eg sera eyðmjúkur um hetta starvið, sigur Andrias.
Hann kann tó fegnast um, at í Heimamissiónini eru nógv góð og roynd starvsfólk, sum hann kann fáa nyttu av.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg fari í fulltíðarstarv innan missión, sigur Andrias Magnussen, sum er giftur við Elsbet Ellingsgaard Magnussen úr Klaksvík, ið lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum.
Orð: Snorri Brend
Mynd: Privat/Trúboðin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald