2021-09-25 16:28
Tórshavn.fo:
Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at gera gamla kirkjugarð á Svínaryggi meira viðkomandi fyri borgararnar. Hetta arbeiðið er nú stórt sæð liðugt. Navn er sett á stórt sæð allar teir 300 gravsteinarnar við um 500 nøvnum.
Í sambandi við hvønn gravstein er sett søgan hjá viðkomandi. Hetta eru greinirnar, sum ??li Jacobsen hevur havt í Sosialinum í røðini Hendur, ið Sleptu.
Her er talan um søguna hjá nógvum ættum í Havn, bæði kendum og minni kendum.
Hesar søgur røkka eisini langt út í heim, heilt til New Zealand og Congo, fyri at nevna tað, sum er longst burtur.
??tlanin er eisini sohvørt at leggja fleiri frásagnir inn í skipanina, har nakað er at leggja afturat teimum verandi frásagnunum.
Tí kann her verða talan um eitt stórt savn av persónssøgu, eisini hjá fólki úti um landið.
Tað slepst inn á hesa skipan á torshavn.fo. Í teiginum ???leita??? kann skrivast ???kirkjugarðar???. Tá kemur skipanin fram. Leitast kann tá eftir nøvnum í øllum kirkjugarðum í kommununi, eisini tí á Svínaryggi.
Eisini er ein serlig tilvísing til ???jarðað á Svínaryggi???. Her kunnu øll nøvnini síggjast, sum eru á gravsteinunum. Her sæst eisini kortið, sum vísir tær ymisku gravirnar.
Skipanin skal mennast sohvørt og framvegis er okkurt, sum skal snøggast til.
Hava fólk viðmerkingar kunnu tær sendast til [email protected]
Kelda:https://www.torshavn.fo/.../kirkjugardurin-a-svinaryggi.../
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald