Politikkur

KIMO ráðstevna í Føroyum

...

2013-09-08 15:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum 13. til 15. septembur, er Føroya Kommunufelag vertur fyri 23. aðalfundinum 2013 hjá KIMO (kommunernes internasjonale miljøorganisasjon).

Stórur áhugi er millum limirnar fyri fundinum, og umleið 70 fólk frá kommunum við Atlantarhavið koma til Føroya at luttaka á fundum og sjá oyggjarnar.

14. septembur kl. 9:00 er ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Kári P. Højgaard, lsm. setur ráðstevnuna. Skráin er:

Norður Atlantarhavið í globalum broytingum.

- Marin Margretha H. Larsen, havfrøðingur frá Havstovuni.

Føroyar í OSPAR høpi.

- John Mouat, deildarleiðari hjá OSPAR kommisjónini.

Trygd og tilbúgving Føroya í samanhangi við Norður Atlantshavið og arktiska økið, SAR og tilbúgvingarætlan.

- Hendrik Weihe Joensen, ráðgevi.

Kunning um nýggjar loysnir viðv. spillivatni.

- Rasmus Magnussen, stjóri á Faroe Marine Technic

Havruskveiða við Føroyar

- Kári Thomsen, Agenda 21 Stovan.

Monica Gripp, formaður KIMO, tekur saman um og endar ráðstevnuna.

Ráðstevnan endar kl. 12:00.

Faldarifyri ráðstevnuna á enskum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder