Mentan

Kim Hansen á Okkara Voxbotn 20/21

...

2021-08-14 11:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Meistarin Kim Hansen fer at hjúkla um okkara oyru á Okkara Voxbotn 20/21. Frálíki sangarin og tangentleikarin kann sum fáur fáa okkum at syngja, dansa og tralla og verður at hoyra leygarkvøldið 21. august í Vágsbotni.

Tíðindaskriv:

Tað er altíð spennandi, tá Kim Hansen fer á pallin. Hann er óvanliga tónlistarliga gávaður, og hann hevur farnu 25 árini verið serstakliga sjónligur í føroyska tónleikahválvinum. Hann hevur framført við nógvum av teim størstu bólkunum her á landi, og hann er at finna á hópin av útgávum. Harumframt hevur hann sjálvur útgivið eina rúgvu av løgum, har fleiri teirra í dag eru vorðin fólkaogn. Løg sum ???Maria???, ???Meistarin??? og ???Ein Country og Western sang??? fara óivað at vera sera væl móttikin á Voxbotni leygarkvøldið 21. august.

Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn.????????


Fríggjadag m.a. Sam Feldt, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Swangah, Signar & John, Amina, Mold, Branco, Outlandish og The Antonelli Orchestra.

Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel, the Antonelli Orchestraog Kim Hansen.

Hetta verður stórt???️ Og tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal uppliva mongu tónleikaligu plettskotini á Okkara Voxbotn 20/21.


Atgongumerki til Voxbotn 2020 fríggjadagin 20. august fáast á www.ebillett.fo.

Atgongumerki til Voxbotn 2021 leygardagin 21. august fáast á www.ebillett.fo, í Power í SMS, í Effo handlunum kring landið og á Kunningarstovuni í Havn fyri kr. 650,-

????Prísurin hækkar mikudagin????


Vinarliga

Vox Entertainment.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder