Ítróttur

KÍF aftur ovast í Atlantic Airways-deildini

....

2014-03-13 03:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir tepra sigurin í Klaksvík í kvøld á Team Klaksvík, hevur KÍF aftur lagt seg fremst í Atlantic Airways-deildini, tó deila teir plássið við VÍF, bæði KÍF og VÍF hava 27 stig, men innanhýsis og í málmuni liggur KÍF omaná.

Dysturin í Klaksvík gjørdist tættur og spennandi allan vegin, bæði í fyrra og seinna hálvleiki skiftust liðini um at liggja omaná, men KÍF gjørdist drúgvari í endanum og vann tepurt 30-32 eftir at støðan í hálvleikinum var 16-17 til KÍF.

Hin dysturin, millum H71 og StÍF, sum var leiktur í Hoyvíkshøllini, endaði við javnleiki 21-21 eftir at støðan í hálvleikinum var 9-15 til StÍF. StÍF førdi allan dystin, men H71 fekk javnleik í seinasta minutti.

KÍF, VÍF, StÍF, H71 og Team Klaksvík hava 4 dystir eftir at leika, ímeðan Kyndil og Neistin hava 5 dystir eftir.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF205825097327
2VÍF206105387227
3StÍF205415251623
4H71205295032621
5Kyndil19497489820
6Neistin19487542-5514
7Team Klaksvík20513653-1406
























































Dystirnir ið eftir eru at leika:

15.03.2014 18.30 Høllin á Hálsi A170 Neistin Team Klaksvík
16.03.2014 16.00 Høllin í Vestmanna A172 VÍF StÍF
16.03.2014 16.00 Høllin á Hálsi A171 Kyndil KÍF
22.03.2014 18.00 Hoyvíkshøllin A173 H71 Team Klaksvík
23.03.2014 16.00 Ítróttarhøllin á Skála A175 StÍF Kyndil
23.03.2014 16.00 Høllin á Hálsi A174 Neistin VÍF
26.03.2014 19.00 Ítróttarhøllin í Kollafirði A177 KÍF StÍF
26.03.2014 19.30 Høllin á Hálsi A176 Neistin Kyndil
26.03.2014 20.00 Høllin í Vestmanna A178 VÍF H71
09.04.2014 19.30 Hoyvíkshøllin A180 H71 Kyndil
09.04.2014 19.30 Klaksvíkar Badmintonhøll A179 Team Klaksvík VÍF
09.04.2014 19.30 Ítróttarhøllin í Kollafirði A181 KÍF Neistin
12.04.2014 16.00 Ítróttarhøllin á Skála A183 StÍF Neistin
12.04.2014 16.00 Høllin á Hálsi A182 Kyndil Team Klaksvík
12.04.2014 16.00 Ítróttarhøllin í Kollafirði A184 KÍF H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder