Í sambandi við, at FSF hevur leigað eitt flogfar til at flúgva úr Vágum til Belfast 7. apríl og heimaftur tann 11. apríl, er møguleiki hjá áhugaðum at keypa sær ein ferðaseðil við flogfarinum fyri ein sera bíligan penga.
Farið verður úr Vágum til Belfast tann 7. apríl klokkan 14.45, og flogið verður heimaftur 11. apríl klokkan 17.00.
Kostnaðurin fyri ein ferðaseðil aftur og fram er einans 1.500 krónur, og tá eru øll avgjøld íroknað.
So um ein hevur áhuga í at uppliva norðurírska høvuðsstaðin, shoppa eitt sindur ella bara vitja søgulig støð, so er hetta ein bíligur og ógvuliga einfaldur máti at sleppa úr Føroyum til Belfast.
Til ber at keypa ferðaseðlarnar við at fara inn á webshop her á síðuni, www.fsf.fo, og síðani velja FSF-búðin í vinstra bredda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald