2013-09-01 06:45
Janus Hansen skrivar: Eg gekk niðri við Sjóberið í Sandavági í dag. Har sá eg eina kettu, og tá eg ætlaði mær at taka mynd av henni sá eina villdunnu koma niðan undir Sjóberið at kroka.
Eftir eina løtu leyp kettan á villdunnuna. Ein hálvan minutt seinni var kettan horvin aftur við villdunnuni. So hon tekur ikki bara lívið av smáfuglum og heiðafuglum, men eisini størri fuglum.
Fleiri myndir eru her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald