KENDUR TR??BOÐARI 75
- lunnarnir lagdir í samkomuni
Ein av kendastu føroysku trúboðarunum feiraði sín 75 ára føðingardag fríggjadagin 06. mars.
Talan er um Klaksvíkingin ??la Jacobsen, eisini róptur ??li á Grømma. ??li vaks upp í Klaksvík, har hann fekk gott í sálina bæði í fólkaskúlanum og í sunnudagsskúlanum. Foreldur hansara og systkin komu regluliga í samkomuna í Betesda, har ??li í sínum barna- og ungdómsárum kom at hava sítt fasta pláss.
Tað var í Betesda, at lunnarnir undir hansara livsleið vórðu lagdir. Har hoyrdi hann á møtum og í sunnudagsskúla um evangeliið, sum mátti boðast fyri teimum, sum aldri hava hoyrt evangeliið. Har upplivdi hann eisini at síggja og hoyra fremmandar trúboðarar, sum vitjaðu samkomuna, og sum greiddu frá trúboðaravirki í fjarskotnum londum og støðum. Tað var her hann fekk kallið at fara út á Missiónsmarkina við evangeliska boðskapinum, og longu sum 20 ára gamal, í 1965, fór ??li til USA á trúboðaraskúlan New Tribes Mission.
??li hevur búð í USA síðani tá. Hann møtti Judy á skúlanum, og í 1968 giftust tey. ??li og Judy búgva í dag í Birmingham í statinum Alabama. Tey fingu tveir synir.
??li kom tíðliga í leiðsluna innan New Tribes Mission, og hann er framvegis virksamur innan New Tribes. Hann og Judy ferðast nógv um allan heim, har tey vitja trúboðarar og luttaka á stórum missiónsstevnum, har høvuðsuppgávan hjá ??la er at undirvísa og vegleiða trúboðarum.
CORONA
Arbeiðsdagurin hjá ??la og Judy er eisini ávirkaður av Koronavirus. Tey siga í einum brævi, sum er skrivað 18. mars, at tey gera eftir tilmælunum frá myndugleikunum og
halda seg innandura. Tey leggja afturat, at øll møtir og Gudstænastur eru avlýst, og at øll matstøð eru latin aftur í býnum. Í kalendaranum hjá teimum stendur, at tey skula vitja í Indonesia, Filipsoyggjunum og Teilandi í juni og juli, men, skrivar ??li, at nú er alt óvist og vit mugu bíða og síggja hvussu umstøðurnar verða tá. Tey royna at gera so nógv sum møguligt av arbeiði heimanífrá, og fleiri fundir verða nú hildnir yvir Skype.
??li endar brævi við hesum orðum: ???Avbjóðingarnar eru nógvar og fløktar í teimum ymisku londunum, og serliga har læknaviðurskiftini eru serliga vánalig, sum t.d. í Papua Ný Guinea.???
Í Sosialinum mikudagin 18. mars hevur Arnstein Niclasen áhugaverda føðingardagsgrein um ??la og Judy, har hann eisini kemur inn á hansara ungdóms trúboðara starvsfelagar Páll Poulsen, Jógvan Purkhús og Hans Sivertsen. Greinin kann eisini lesast á heimasíðuni hjá Oyggjatíðindi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald