JN

Kendur maður á Landsverki leggur frá sær

...

2013-08-22 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

M??TT??KA: Eftir at hava starvast í ein mansaldur á Landsverki, harav stóran part av tíðini sum leiðari, leggur Finnleif W. Durhuus nú frá sær vegna aldur. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku á Hotel Hafnia fríggjadagin frá klokkan 15-17.

Landsverk hevur altíð verið ein stovnur, har flestu starvsfólk hava trivist væl og starvast leingi. Soleiðis hevur eisini verið við Finnleivi Winther Durhuus, ið so at siga alt sítt virkna arbeiðslív, hevur starvast á stovninum. Tilsamans í 44 ár.

Eftir loknan lesnað sum byggifrøðingur, kom Finnleif Winther Durhuus 15. apríl 1969 í starv á Landsverki. Fyrsta stóra uppgávan hjá honum var at projektera nýggja vegin ígjøgnum Kollafjørð, har hann eisini fekk ábyrgdina fyri sjálvari vegagerðini.

Í 1973 varð Finnleif W. Durhuus settur sum leiðari av vegaumsitingini á Landsverki, og tá stovnurin í 2000 fekk nýggjan bygnað, varð Finnleif settur sum leiðari fyri vegadeildini. Í 25 ár var hann partur av leiðslubólkinum á Landsverki.

Hesi mongu árini eru stórar broytingar farnar fram innan føroyska infrakervið, og soleiðis eisini á Landsverki. Tá Finnleif kom á stovnin vóru bert 12 fólk á høvuðsskrivstovnuni, og sløk 20 ár seinni vóru hesi 90 í tali. Síðani komu kreppuárini, har hópurin minkaði niður í ein helming.

Fríggjadagin 23. august frá klokkan 15-17 verður almenn móttøka á Hotel Hafnia fyri Finnleivi W. Durhuus, sum seinastu árini hevur starvast sum ráðgevi á Landsverki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder